- Í verandi langtíðaríløguætlan eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir til 2021 – 24, men eg meti tað sum ábyrgdarleyst at bíða so leingi. Vit verða noydd at framskunda hetta við atlitið til trygdina og øktu tungu ferðsluna.
Tað skrivar Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í viðmerkingunum til ein skrivligan fyrispurning, ið hon hevur sett Henrik Old, landsstýrismann í Samferðslumálum,
viðvíkjandi tunlarnar Norður um fjall.
Tingkvinna vísir til, at verandi tunlar eru ein forðan fyri virksemi og víðari menning í økinum norðanfyri tunlarnar.
- Verandi tunlar eru frá 1965 - 67 og verða sostatt skjótt 50 ára gamlir. Teir vóru gjørdir í eini heilt aðrari tíð. Teir eru alt ov lágir og smalir til tungu og øktu ferðsluna í dag. Teir eru einsporaðir og klára als ikki ferðsluna . Ferðslan í 1966-67 kann ikki sammetast við ferðsluna í dag anno 2015. Tunlarnir eru ein fløskuhálsur hjá verandi virksemi norðanfyri og fyri víðari menning í økinum.
- Eg meti, at vit sum myndugleiki ikki kunnu standa model til hesar tunlar longur. Hugsi her serliga um trygdina. Hvat um ein álvarsom vanlukka hendir ? Tá verða helst nógvar røddir frammi, um hví vit ikki fyri langari tíð síðan høvdu gjørt nýggjar tunlar ella víðka hesar.
Í sínum fyrispurningi leggur tingkvinnan hjá Fólkaflokkinum upp til, at man ikki ger nýggjar tunlar, men heldur breiðkar teir verandi tunlarnir, ið eru Norður um Fjall.
- Rættarnevndin var í Sveis í mai mánaða 2013 við tí fyri eyga at kunna okkum um tunnilsgerð har. Vit spurdu inn til møguleikar við at hækka og breiðka tunlar ístaðinfyri at gera nýggjar. Har bleiv upplýst, at tað var bíligari at hækka og breiðka tunlar samanborið við at gera nýggjar. Tað vóru tó ymisk viðurskiftir í hvørjum einstøkum føri, sum høvdu ávirkan á hetta, m.a. hvussu nógvar tímar teir sluppu at arbeiða um døgnið. Sum útgangspunkt var tað bíligari at víðka tunlar samanborið við at gera nýggjar.
Tunlarnir Norður um fjall hava javnan verið frammi tey seinastu árini, tí tunlarnir eru í so ringum standi. Aftaná arbeiðið at gera Viðareiðistunnilin byrjaði, hava fleiri røddir ført fram, at tað rættasta hevði verið at gjørt tunlarnar Norður um fjall fyrst.
Sambært langtíðaríløguætlanini hjá landsstýrinum, so er Hvalbiartunnilin tó næstur í røðini. Ein teirra, ið tvíheldur um tí støðuna, er Kristin Magnussen, formaður í Rættarnevndini, sum í samrøðu við in.fo í síðstu viku gjørdi greitt, at tað ikki verður við honum í samgongu, at tunlarnir Norður um Fjall verða gjørdir áðrenn Hvalbiartunnilin.