Ábyrgdarleyst ikki at stúra fyri kríggi

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur seg stúra fyri kríggi í Ukraina. - Russland hevur eina stóra ábyrgd, sigur hann.

Hesa vikuna hevur Svøríki sent bæði herfólk og hernaðarakfør til Gotlands, sum er svenska oyggin í Eystursjónum.

 

Gerandisdagurin á oynni er broyttur, nú hermenn og akfør síggjast ymsastaðni á oynni, sum annars ikki er vanlig sjón hjá fólkinum, sum býr her.

 

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, er ørkymlað av teirri tilbúgving, sum Russland hevur við markið til Ukraina, har sagt verður, at einir 100.000 russiskir hermenn og akfør nú standa tilbúgvin. 

 

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, sigur, at Evropa hevur ikki sæð eina slíka tilbúgving síðan endan av kalda krígnum. 

 

- Tað er longu kríggj í Ukraina. Tað hevur tað verið síðan 2014. Við so stórari hermegi við markið hevði tað verið ábyrgdarleyst, um eg ikki var stúrin fyri gongdini í Ukraina, sigur forsætisráðharrin.

 

Hann vísir á, at hetta hendir seks ár eftir, at Russland tók hálvoynna, Krim. 

 

- Vit síggja eina hernaðarliga tilbúgving, hoyra eitt hernaðarligt orðalag og uppliva veksandi ótryggleika. Hetta er ein støða, sum Evropa ikki átti at verið í, sigur Jonas Gahr Støre.

 

Hann sigur seg sjálvandi vera órógvaðan um eina støðu, sum kann elva til kríggj og heldur, at demokratisku londini mugu vísa fastleika og standa saman, tí eingin kann góðtaka, at lond líða undir hóttanum og hernaðarligari maktmisnýtslu.

 

- Ukraina er ikki limur í Nato. Tískil er landið ikki partur av trygdarskipanini, sum Nato hevur. Men, eitt kríggi í Evropa rakar øll lond í Evropa og fer sjálvandi at fáa avleiðingar, sigur hann.

 

Jonas Gahr Støre heldur, at tær samráðingar og tað samskifti, sum verið hevur millum Russland, USA og restina av Nato-londunum eigur at halda fram.

 

- Her er nógv at snakka um, eitt nú um avdubbing og álitisfremjandi tiltøk, sum kunnu linka um spenningin. Tað eigur eisini at vera eitt greitt signal frá demokratisku londunum, at hernaðarlig maktmisnýtsla ikki verður góðtikin, sigur norski forsætisráðharrin við VG.