Meiriluti fyri loysing
At Tjóðveldisflokkurin gongur inn fyri loysingini og ætlar at fremja hana skjótast gjørligt er onki nýtt. Nú hevur Landsfundur Fólkafloksins alment boðað frá, at Fólkaflokkurin eisini ætlar at fremja loysingina sum skjótast. At verandi og undanfarni formaður Javnaðarfloksins ganga nn fyri loysing kann ongin ivast í, sum hevur fylgt við í almenna politiska kjakinum seinastu árini.
Tað verður sostatt eftir øllum at døma meiriluti í komandi løgtinginum at taka loysing frá restini av ríkinum.
Eisini broytingar
í Danmark
Danskir politikarar hava altíð sagt, at ynskja vit føroyingar loysing, so fáa vit hana. Higartil hava danir tó staðiliga sagt frá, at teir ynskja at halda fram við ríkisfelagsskapinum. Tó má viðgangast, at har niðri eru eisini við at henda broytingar. Formaðurin í tingbólki danska Javnaðarfloksins, sum er størsti danski politiski flokkur, segði her fyri, at samstarvið við føroyingar er niðurslitið.
Danski almenningurin hevur higartil eisini gingið inn fyri at varðveita ríkisfelagsskapin. Tori at siga, at danir gjøgnum tíðina ikki hava havt minni virðing fyri føroyingum enn fyri grønlendingum. Í dag ivist eg ikki í, at støðan er broytt. Ta seinastu tíðina hevur gingið skjótt niður á bakka. Sjónvarpssendingarnar við Kirsten Jacobsen, Óla Breckmann og fyrrverandi føroyskum løgmonnum v.fl. hava ikki bøtt um gongdina.
Fíggjarkreppan
Føroyska samfelagið hevur tey seinastu árini verið úti fyri einari fíggjarligari kreppu. Føroyar fóru á húsagang í 1992. Føroyar vóru insolentar longu í 1989, tá nettouttanlandsskuldin var í hæddini, umleið 9 milliardir kr. Men »respiratorin« varð hildin heitur til 1992, tá danir sløktu. Samstundis átóku teir sær føroysku uttanlandsskuldina uppá einar 7 milliardir. Eitt av úrslitunum av húsaganginum varð, at munandi partur av okkara medborgarum flutti av landinum, teir flestu til Danmarkar at búgva og virka.
At ganga inn fyri loysing frá restini av ríkinum er ein mannarættur føroyinga. Men tað er ábyrgdarleyst, serliga av okkara leiðandi politikarum, ikki at taka hædd fyri teimum avleiðingum, sum loysingin førir við sær. At loysingin fær avleiðingar fyri allar føroyingar og fyri øll okkara samfelagsøkir, hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer at merkjast í hvørjum króki í Føroyum.
Ein frágreiðing uppá 2 til 3 túsund blaðsíður vísir týðuliga, at politiska leiðslan í Føroyum ikki var greið yvir, at vandi var á ferð, og at sama leiðsla var fullkomuliga ráðaleys, tá skrædlið kom í 1992/93.
Uppgáva
Sambandsfloksins
Sambandsflokkurin er førur fyri at dokumenterað, at hesin síðan 1975 aftur og aftur hevur ávarað politisku mótstøðumenn sínar um, at rikni yvirtøku- og loysingarpolitikkurin fór at enda við fíggjarligum húsagangi. Í dag er óneyðugt við tílíkum ávaringum. Húsagangurin er staðfestur.
Í dag eigur Sambandsflokkurin at gera landsmenn okkara varugar við, at tað er ábyrgdarleyst av einum og hvørjum føroyingi, ikki at taka hædd fyri, at vit kunnu vænta dyggan meiriluta á løgtingi fyri loysing aftan á komandi løgtingsval. Hetta eru somu flokkar, sum ikki vóru førir fyri at síggja vandamálini, og sum fullkomuliga mistu tamarhaldið í 1992/93.
Vandamálini og fíggjarligi »turbolensurin« av húsaganginum í 1992 eru smámál, samanborin við avleiðingarnar av loysingini frá restini av ríkinum, men tað skal eg koma aftur til.
Pauli Ellefsen