(Tilgjørd mynd)

Ábyrgdarleyst at súkkl­a og renn­a í tunlinum

Dagin fyri Húsareynstunnilin lat upp vórðu skelti, ið bannaðu fólki til gongu og á súkklu í tunnilin tikin niður. – Óansvarligt, sum eg ikki standi inn fyri, sigur Heðin Mortensen

(Tilgjørd mynd)

Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, er púra samdur við Hildur Jensdóttir, sum á in.fo í dag fanst harðliga at, at fólk kunnu ganga, renna ella súkkla í Húsareynstunlinum. Hon heldur tað vera púra ørt og spyr, um ein deyðsvanlukka skal til fyri at fáa býráðið í Havn at skilja, hvussu ábyrgdarleyst tað er.

– Eg gjørdi vart við hesi viðurskfti beint sum tunnilin lat upp. Hetta var ørskapur at taka skeltini niður, sum vóru sett upp, at eingin gongd ella súkkling skuldi ígjøgnum tunnili. Býráðið hevur ikki samtykt hetta, men umsitingarliga er hetta framt.

 

Lesið eisini: Fullkomiliga ørt at renna og súkkla í Húsa­reyns­atunlinum

– Eg havi somu meining í dag, um tá, eingin gangandi, rennandi ella súkklandi, skulu vera í tunlinum, sigur Heðin Mortensen.

Heðin Mortensen segði í lesarabrævi 21. juli í fjør, at tunnilin og vegurin als ikki eru bygdir til at súkkla og ganga ígjøgnum.

– Tað, sum hendir, er óansvarligt, segði hann.

Tveir dagar áðrenn tunnilin læt upp fyri almennari ferðslu, kunngjørdi Tórshavnar kommuna, at tað ikki bara var tann dagin, at tað bar til at súkkla gjøgnum tunnilin. 

– Húsareynstunnilin og Havnarvegur skuldu eisini vera ein partur av súkklufarleiðunum í Tórshavnar kommunu, kunngjørdi Tórshavnar kommuna.

 

(Tilgjørd mynd)