AC/DC rokka jólini inn

Fólk royna at fáa gamlan rokksang hjá AC/DC ovast á bretska hitlistan á jólum

”Christmas Number One” er eitt hugtak í Bretlandi. Sangurin, sum verður mest seldur seinastu dagarnar upp undir jól, endar ovast á single hitlistanum á jólum, og tað er ein serligur heiður, og nakað sum nógv verður gjørt burturúr.
Gjøgnum árini hava sangir sum ”Do They Know It’s Christmas?”, ”I Will Always Love You”, ”Bohemian Rapsody” og ”I Want To Hold Your Hand” verið best umtóktu jólasangir hjá bretum.
Hesa tíðina verður so gitt og mett um, hvør sangur verður ovast á hitlistanum á jólum, og favorittur í ár er – sum fleiri undanfarin ár – vinnarin ax X Factor kappingini, sum gevur sang út beint eftir, at kappingin er liðug. Enn er vinnarin ikki funnin, og sangurin ikki givin út, men royndirnar vísa, at hendan útgáva, sum kemur beint fyri jól, er favorittur at taka plássið ovast á hitlistanum.
Í 2009 fór ein herferð í gongd fyri at fáa sangin ”Killing In The Name” hjá Rage Against The Machine at verða Christmas Number One í staðin fyri X Factor vinnaran – og tað lukkaðist. Síðani eru aðrir líknandi herferðir royndar, og í ár er AC/DC klassikarin Highway To Hell frá 1979 á odda fyri slíkari herferð. Og møguleikin er avgjørt til staðar, at AC/DC verður ovast jóladag.
Ein annar sangur, sum eru upp á tal til ovasta hitlistaplássið í Bretlandi á jólum, er ”O Come All Ye Faithful”, sum verður útgivin við Elis Presley og Susan Boyle, sum vann sjónvarpskapping fyri nøkrum árum síðani.