AC-Milan áleypari ger vandamikið lop

(Kykmynd) M'Baye Niang, franskur framherji hjá AC Milan hevur framt eitt lop, sum er sera vandamikið. Leiðslan í AC Milan er rasandi

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj M'Baye Niang, franskan áleypara hjá AC Milan gera eitt sera vandamikið lop av einari balkong og niður í ein svimjihyl.

 

Í AC Milan duga tey ikki at síggja nakran stuttleika í tí, sum M'Baye Niang hevur gjørt. Har síggja tey tað, sum vandamikið spæl, sum M'Baye Niang hevur framt, og tað ætlar italska felagið ikki at finna seg í. Italskir miðlar vænta, at M'Baye Niang fær í minsta lagi eina risastóra bót fyri hendingina, og tað kann enntá koma hartil, at M'Baye Niang fær sekkin frá AC Milan.

 

Í sáttmálanum við AC Milan stendur svart uppá hvítt, at M'Baye Niang má ikki koma sær sjálvum í vanda, og hann má heldur ikki leggja ósømiligar myndir ella filmar út á sosialu miðlarnar. Í hesum førinum er greitt, at talan er um eitt greitt brot á sáttmálan millum AC Milan og M'Baye Niang. 

 

AC Milan hevur havt trupuleikar av M'Baye Niang áður. Ì februar í ár var hann partur av einum samanstoyti, har hann rendi á ein annan bil. Tá løgreglan kom á staðið uppgav hann eitt falskt navn til løgregluna.