AC Milan venjari til Inter

Talan er um 41-ára gamla brasiliumannin, Leonardo, ið var venjari hjá AC Milan so seint sum í før. Leonardo hevur skrivað undir ein eitt og eitt hálvt ára sáttmála og fer til arbeiðis á fyrsta sinni 29. desembur.

 

Leonardo hevur bæði verið spælari og venjari hjá grannunum úr AC Milan. Hann skiftið í 1997 frá franska, Paris St. Germain til AC Milan, har hann spældi komandi fýra árini. Miðvallarin spældi eisini 60 ferðir fyri Brasilia, men er kanska mest kendur í gulutroyggjuni fyri at bróta nøsina á amerikumanninum, Tab Ramos, í HM endaspælinum í 1994.

 

Leonardo var um summarið 2009 settur í starv sum venjari hjá AC Milan, men var bara sitandi í eitt ár.