Í lýsing í bløðunum nú um dagarnar, var kunngjørt, at møguleiki er at tekna partapening í Skipafelagið. Ætlanin er at hækka partapening við 4?7 mió. krónum, og sum skilst á stjóranum, Árna Joensen, er tað aðalfundurin, sum var tann 29. mai í ár, ið hevur samtykt at partapeningurin skal hækkast.
Spurdur, um nakað krav er komið frá nøkrum fíggjarmyndugleika, um at hækka partapeningin nú, sigur stjórin, at tað er tað ikki. Tað er aðalfundurin, sum hevur ásannað, at rætt er at gera tað, tí verður tað gjørt, sigur Árni Joensen.
Skotlandssiglingin
? Árið 97 gav eitt hall hjá Skipafelagnum uppá einar 5 mió. kr. - tað sama í halli sum yvirskotið var í 96 - men tað er einki samband millum hallið og partapeningstekningina, leggur stjórin aftrat.
Spurdur, hvør orsøkin er til, at tað hevur gingið so illa hjá Skipafelagnum í 97 - talan er um heilar 10 mió. kr. tann skeiva vegin frá 96 -, sigur Árni Joensen, at Skotlandssiglingin hevur verið ein tungur postur.
Hildið verður fram við hesi sigling kortini, váttar stjórin, og ásannar, at frekvensurin er eitt problem, sum hann málber seg. Við einari fráferð um vikuna, er grundarlagið á brúkligum støði fyri Skipafelagið, men útflytarin hevði ynskt einar 3 fráferðir um vikuna.