Adalia Rose Williams gjørdist 15 ára gomul

- Hon kom friðarliga í henda heimin, og hon fór friðarliga hiðani aftur, sigur familjan.

Youtube-stjørnan, Adalia Rose Williams, doyði í gjár, bert 15 ára gomul. Hon varð fødd í Texas í USA hin 10. desember í 2006.

 

Í fleiri ár hevur hon deilt filmsbrot og myndir av sær sjálvari frá gerandisdegnum á Youtube.

 

Adalia Rose Williams hevði eina sjáldsama ílegusjúku, rópt Progeria ella Hutchinson-Gilfords Progeria Syndrom, stytt HGPS. 

 

HGPS rakar umleið eitt av hvørjum átta miljónum børnum. Sagt verður, at børn við hesi sjúku eldast átta ferðir skjótari enn vanlig børn, og miðal livialdurin er 12 til 14 ár. 

 

Eingin heilsubót finst móti sjúkuni.

 

- Adalia Rose Williams kom friðarliga í henda heimin, og hon fór friðarliga hiðani aftur. Hon nam miljónir av menniskjum og setti týðandi spor hjá øllum, sum kendu hana.

 

Familjan hjá henni takkar øllum, sum elskaðu og stuðlaðu henni, og tey takka læknum, sjúkrarøktarum og øðrum, sum hava verið um hana gjøgnum árini.

 

Adalia Rose Williams fekk sína sjúkugreining longu, tá hon var tríggjar mánaðir gomul.

 

Mamma hennara, Natalia Pallante, hevur áður sagt, at longu fyrsta mánaðin av lívinum hjá dóttrini sóu tey, at alt ikki var, sum tað átti.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

Adalia Rose Williams hevði eina sjáldsama ílegusjúku.