Aðalorðaskifti um fyrisiting av sjófeingi

Frú forkvinna

 

Føroyska fiskimarkið ella eisini kallað sjómarkið er rætturin hjá føroyingum at ráða yvir. Føroyar fingu 3 fjórðinga fiskimark í 1901. Í 1961 varð hetta flutt út á 12 fjórðingar og  1. Jan. 1977 varð tað  flutt út á 200 fjórðingar. Hetta hendir eftir, at Ísland í 1972 hevði sett sær 50 fjórðinga fiskimark og í 1975 víðkað tað út á 200 fjórðingar. Tað, sum føroyingar óttaðust tá var,  at serliga bretskir trolarar, ið vórðu troðkaðir úr íslendsku grunnunum, nú  fóru at leggja seg á føroysku grunnarnar ístaðin. Hetta var m.a. ein av orsøkunum til, at føroyingar eisini stríddust fyri at flyta fiskimarkið út á 200 fjórðingar.

 

Søgan sigur okkum, at tað var føroyski sjómaðurin, ið bardust fyri hesum rættindum føroyinga,  og skal eg siga frá eini hending fyrst í 1930 unum, sum pápi mín hevur fortalt mær: Tað er um  langabbabeiggja mín úr Sumba, Poul Midjord, ið  tók enskan trolara sunnan fyri Sumbiar grynnuna, eitt bragd sum sigur, hvat dugur var í føroyinginum. Føroyingar lívbjargaðu sær við tí, sum var at fáa á grunnunum, og tí var tað ófrættakent, tá ið bretskir trolarar trolaðu grunnarnar upp.

 

Ein dagin Poul stendur á bønum og hoyggjar, sær hann en enskan trolara eins og mangar ferðir áður liggja og trola innan fyri sumbiar grynnuna. Sinnið spann í hann og helt út á pollin eftir 4 mannafarinum, Erlu. Beinan vegin báturin við langabbabeiggja og Tummas hjá Marsilju (sum hann hevði fingið við sær)  fór út um sund, sá trolarin, at bátur fór frá landi og legði stilt. Talan var um trolarin, Domiu, við skiparinum Georg Double. Poul snýtti trolaran við at sigla vestur á Vágseiði, men hann lá bara innanfyri flesina og lúrdi og ikki gekk long tíð til, hann byrjarði at trola aftur, tá fúrdi Poul undir bátin og fekk fatur á trolararnum og legði seg undir liðina á honum. Skiparin preiðar Poul og hivar einar 8 kurvar av fiski niður í bátin og biðjur teir koma aftur í morgin.  Men Poul sá hvat gekk fyri seg,  og eftir at hann hevi itað, fór hann aftur til lands og meldaði trolaran til sýslumannin á Tvøroyri. 

 

Stutt eftir hetta verður Poul biðin at koma fyri rættin í Havnini. Ì rættinum  bað dómarin Poul greiða skjótt frá hendingi og sum hann tók til “de må forklare på dansk”  -  men hesin sýtti Poul fyri og svaraði “overfor en færøsk domstol forklarer jeg ikki på dansk og legði afturat at hetta vóru føroysk viðurskifti og føroyskt terrirorium føroyskur landgrunnur, trolarin var á”

 

Sakin gekk og tað gekk heitt fyri seg og menn komu eisini  til hendurs, men endin var,  at Poul vann sakina og trolarin, Double, fekk 12.000 í bót, sum vóru nógvir pengar i 1930 unum.

 

Frú forkvinna

 

Hetta er eitt tíðarskeið í føroya søgu, har føroyingurin var illa fyri, bæði hvat viðvíkur sosialum, økonomiskum og samfelagsligum viðurskiftum.  Ein tílík  hending kann fyri onkran tykjast óviðkomandi, men gevur okkum  eina fatan av,  hvønn  týdning tað hevði fyri føroyingin at kunna fiska á grunnunum í opnum báti. Hetta var einasti mátin fyriuttan skipsfiskiskap, sum menn høvdu fyri at lívbjarga sær,  og tí var tað ófrættakent at síggja bretskar trolarar liggja og trola inn við klettin.

 

Takkað verið føroyskum sjómonnum er føroyska  sjóøkið  er í dag 292.623  ferkilometrar og til samanberingar kunnu vit siga, at danska sjómarkið  bert er 166.000 ferkilimetrar v.ø.o.  Føroyar eru  ein stórhavstjóð.

 

Sum stórhavstjóð  eru Føroyar ein stórur fiskivinnuleikari í altjóða høpi. Fiskivinnan er okkara livibreyð, okkara størsta inntøkukelda og okkara størsta aktiv, tá tað kemur til samhandil og uttanríkispolitik.  Vit kunnu tí av rættum siga - onki um Føroyar uttanum Føroyar.

 

Vit hava eina sterka rødd í millumtjóða fiskiveiðusamstarvi

 

Ì dag er fiskivinnan skipa við sínamillum fiskiveiðuavtalum, sum ger tað møguligt at skipa fiskiskapin og skapa meirvirði og fleksibilitet í vinnuni.

 

Sum tað verður greitt frá í frágreiðingini frá landsstýrismanninum so hava Føroyar sínamillum  fiskiveiðuavtalur við nógv lond í dag, við Ìsland, Grønland, Noreg, Russland og Bretland, har Føroyar kunnu fiska í teirra økjum og afturfyri fáa hesi lond burtur av kvotum í føroyskum øki. Og somuleiðis hava Føroyar veiðirættindi, sum eru skipað sambært semjum í økisbundnum fiskiveiðifelagsskapum um fiskiskap í altjóða sjóvi, NAFO, sum skipar fiskiskapin uttan fyri kanadiska fiskimarkið og NEAFC, sum skipar fiskiskapin í altjóða sjóvi í NEAFC skipanarøkinum.

 

Makrelurin

 

Eitt paradigmuskifti í føroysku fiskivinnuni var tá Føroyar fingu økt rættindi  til makrelin í 2011 og hevur hetta fylgt nógv í fiskivinnupolitikkinum seinastu árini. Hvussu skal hetta tilfeingið býtast, og  hvussu skal tað gagnnýtast. Samráðingar eru við strandarlondini um, hvussu hetta skal skipast, og ikki hevur altíð hildast so væl at finna semju. Í 2020 varð hetta samstarv viðkað við einum parti  afturat, Bretland, sum tá fór úr ES. Yvirskipað hevur semja verið um mest loyvda veiðu av markeli, norðhavsild og svartkjafti, men semja hevur ikki verið um býtið. Tó hava Noreg og Føroyar gjørt sína millum avtalu um veiði av markreli hjá hvørjum øðrum.

 

2022: føroyska kvotan var 155 tús tons av makreli, 267 tús tons av svartkjafti og 131 tús tons av norðhavsild.

 

2023: 70 tús tons av makreli, 300 tús tons av svartkjafti og 50 tús tons av norðhavssild.

 

Frú forkvinna

 

Sun tíðin er liðin síðani føroyska fiskimarkið varð flutt út á 200 fjórðingar er fiskikvinnan á mangan hátt blivin  eitt klútateppi, sum er blivin minni og minni gjøgnumskoðilig yvir tey seinastu árini og fleiri ferðir er lógin um sjófeingið kollveltandi broytt, vit hava í dag eginkvotur, uppboðssølukvotur, menningarkvotur, vinnuligar fiskiroyndir og ískoytiskvotur – hetta eru kvotur, sum ikki eru fevndar av somu reglum viðvikjandi avhending, veiðigjalid, veiðiøki og hetta krevur eina kolossala orku av umsitingini á fiskimálaráðnum

 

Og eisini tá tað kemur til ognarviðurskiftini, sum skulu góðkennast av Vørn, sum er sera tíðarkrevjandi. Tí gleðist eg um, at landsstýrismaðurin leggur upp til at skipini skulu lata inn sundurgreinaðan rokniskap, hetta fer at lætta um umsitingarliga og geva okkum eina meiri gjøgnumskygda fiskivinnu

 

Frú forkvinna

 

Í fjør gav fiskivinnan áleið 5,5 milliardir í útflutningi og hevði eitt avreiðingarvirði 3,8 milliardir

 

Lat tað vera greitt, at fiskatilfeingið er ein rættur, sum fólk í hesi vinnu hava fingið tillutað frá landinum til láns at umsita.  Hetta er ein serligur framíhjárættur, sum er givin nøkrum  í vinnuni at reka og umsita í eitt tíðarskeið. Tí eigur tað at vera eitt krav, at tilfeingið skal fiskast á ein burðardyggan hátt, sum skapar framburð og menning fyri landið. Fiskivinnan eigur at vera livfrøðiliga burðardygg, fíggjarliga burðardygg og sosialt burðardygg.

 

Viðvíkjandi lívfrøðiligari burðardygd er tað umráðandi, at tað ikki verður ovurfiskað, men at vit handfara stovnarnar og røkja teir væl, soleiðis at okkara eftirkomarar eisini fáa ein lut í hesum ríkidømi.

 

Sambært frágreiðingini er vistskipanin á føroyska landgrunninum eyðkend av lítlum gróðri og smáum nøgdum av æti og ábendingar hava verið um ov høgt veiðitryst sum hevur elvt til eina ójavnvág i vistskipanini.

 

Tó eru onkrar ábendingar um,  at toskurin á føroya banka er komin fyri seg aftur, og Havstovan  mælti í tilmælinum fyri 2022 til ein varisligan vinnuligan fiskiskap á Føroya Banka

 

Tað er í høvusðheitum sera umráðandi, at vit fylgja umsitingarætlanunum, sum árliga verða gjørdar soleiðis at vit tryggja, at fiskaríið er livfrøðiliga burðardygt á landsgrunninum og á Føroya banka. Lítið er vunnið um tað verður ovurfiskað, soleiðis at stovnarnir ikki kunnu koma fyri seg aftur.

 

Føroya Banki varð stongdur í 2008 fyri veiðu av toski, og varisligar metingar siga, at hann er spakuliga við at koma fyri seg aftur.

 

Mær dámar serstakliga væl táttin í frágreiðingini, sum leggur dent á virðisøking, at vit virðisøkja okkara tilfeingið so vit fáa meira burturúr hvørjum sterti, at vinnan verður eggjað til at nýskapa, virðisøkjna og meirvirka tilfeingið. Landsstýriskaðurin hevur fráboðað, at ráðstevna verður um hetta í vár, har varpað verður ljós á virðisøking.

 

Taka vit nøkur yvirskipaði i tøl, so var tað í 2022 fiskað fyri uml 580 mio kg  - ein virðisøking á 10 oyri hevði givið 58 mio og ein virðisøking á 1 kr  hevði givið 580 mió. 

 

Ein virðisøkingarpolitikkur vil um eina lívfrøðiliga burðardygga fiskivinnu eisini leggja lunnar undir eina sosial burðardygga fiskivinnu, har virksemi kann vera um alt landið

 

 

 

Fíggjarliga burðardygd

 

Um dagarnar hevur nógv fokus verið á brúksskylduni, og lat tað vera púra greitt, at tað sjálvandi skal vera ein skylda hjá aktørunum í vinnuni at gagnnýta tað tilfeingið teimum verður tillutað frá landinum, alt annað gevur als ikki meining, alt annað hevur ikki nakað við at dríva vinnu at gera. Sjálvandi kunnu tað verða undantøk, eitt nú á Flemmish Cap og viðvíkjandi  botnfiskiskapi hjá heimaflotanum serliga við atliti at stovnsrøkt, men aðalreglan má vera, at tey sum fáa eitt fiskiloyvi og eina kvotu brúka og fiska hesa kvotu.

 

Tað er serliga brúksskyldan á heimaflotan, sum nú er í fokus tí, at línu og garnaskaip hava fingið tillutað makralkvotu, sum i roynd og veru ikki fiska pelagiskan fisk

 

Heimaflotin fekk í fjør 32.000 tons av makrelkvotu, hetta svarar til ca 21 pct av tøku kvotuni. Avreiðingarvirði var í fjør  225 mió til heimaflotan

 

Eg vóni veruliga, at vit eru samd um, at hetta ikki kann halda áfram í ævir, at reiðari liggja og selja kvotur ár eftir ár, istaðin fyri at fiska.

 

Istaðin eiga vit at tryggja heimaflotanum betri sømdir, og betri rættindi at fiska aðrastaðni

 

Tað var við Tjóðveldi á odda og landsstýrismanninum, Høgna Hoydal, at línuflotin fekk betri atgongd at fiska á Flemmisch cap, eysturgrønlandi og Ìslandi og sum eisini gjørdi, at flotin kundi gera íløgur í skipini. Hetta er gongda leiðan at fara fyri heimaflotan. Vit eru í løtuni í  samráðingum við Bretland, og her vóni eg, at tað fer at eydnast landsstýrismanninum at tryggja  heimaflotanum eitt økt fiskatilfeingi.

 

Latið ei søguna doyggja goymið hana so væl.... vit skulu virða tað, sum undangongufólk í føroyska samfelagnum hava tryggjað okkum. Matur var ikki altið at fáa, og havið gav, men tók so sanniliga eisini sín ríkiliga part við teimum, sum hava latið lív á havinum. Okkara forfedrar vóru ógvuliga tilvitaði um at hava virðing fyr tí, sum varð teimum givið av mati og ikki minst tilvitaði um  krevja sín rættvísa part til føroyingin. Hetta eigur at vera aðalhugsjónin í okkara fiskivinnupolitikki

 

Takk fyri frú forkvinna

 

Annika Olsen,

 

tingkvinna fyri Tjóðveldi