Adebayor aftur at síggja í Premier League

Umstríddi framherjin úr Togo hevur funnið sær nýtt felag.

Alt hetta kappingarárið hevur London-felagið Crystal Palace, sum í løtuni er nummar 11 í Premier League, manglað ein framherja, ið kann skjóta nøkur mál. Toppskjútti hjá Crystal Palace í hesum kappingarárinum er Yohan Cabaye, sum ger um seg á miðvøllinum.

 

Nú hevur Crystal Palace ognað sær ein nýggjan framherja. Hann er av tí umstrídda slagnum, og er hann helst serliga illa dámdur ímillum Arsenal-fjepparar.

 

Talan er um 31 ára gamla Emmanuel Adebayor, ið ikki hevur havt nakað felag síðani summarsteðgin í fjør, tá ið sáttmálin við Tottenham rann út. Adebayor spældi við Arsenal frá 2006-2009, áðrenn hann skifti til City. Hetta tóku nógvir Arsenal-fjepparar illa upp. Tá ið Adebayor spældi sín fyrsta dyst við City ímóti Arsenal mátti framherjin leggja oyra til eitt hav av útspillingum. Hetta gjørdi sítt til, at tá ið Adebayor síðani skoraði í sama dysti, valdi hann at renna eina heila vøllarlongd fyri at fegnast um málið á háðandi hátt frammanfyri Arsenal-viðhaldsfólkunum, ið vóru á Etihad Stadium hendan dagin í 2009.

 

Adebayor gjørdi seg eiheldur betur dámdan ímillum Arsenal-fjepparar, tá ið hann seinni valdi at umboða størsta fíggindan av øllum hjá Arsenal, Tottenham.

 

Adebayor hevur ikki byrjað inni í nøkrum týðandi fótbóltsdysti síðani 21. januar 2015. Crystal Palace hevur eisini bara givið áleyparanum ein sáttmála, sum bert er galdandi í eitt hálvt ár.