Adebayor úti í 3 vikur

Tað var bert ein góður hálvur tími spældur av dystinum millum Arsenal og Tottenham, tá álopsspælarin Emmanuel Adebayor mátti fara av vølli við skaða. Og nú er líkt til, at Adebayor verður burtur í tríggjar viku orsaka av skaðanum. Hinvegin hevur Arsenal nú russiska Arshavin í hópinum, og kroatiski Eduardo da Silba er við at verða klárur eftir drúgvan skaða.