Adidas framleiðir nýggjan bólt

Video: Adidas arbeiðir í løtuni við at framleiða ein nýggjan bólt, ið skal mála alt, ið málast kann

Seinastu árini eru sniðini av fótbóltum, ið spælt verður við, broytt nógv. Bóltarnir eru vorðnir alsamt lættari og ferðast øðrvísi, enn teir eitt nú gjørdu fyri nøkrum árum síðani. Men sambært Adidas, so kunnu vit vænta okkum uppaftur størri broyting næstu árini.

 

Adidas arbeiðir í løtuni við at framleiða ein bólt, sum skal kunna mála alt, ið man ætlar at mála. Alt frá hvussu skjótt bólturin ferðast, hvussu nógva skrúvu er í bóltinum, og um hvussu bólturin ferðast í luftini. Ein talsmaður frá Adidas sigur.

 

-       Innan nøkur ár koma vit at hava bóltar á vøllunum, ið koma at mála alt. Hvørt spark og hvørja einastu nerting. Øll data’in verður send beinleiðis inn á eina app, har leikararnir kunnu fylgja við, hvussu hart sparkað verður, ella hvussu nógv skrúvað er í bóltinum, tá teir sparka. Vit meta, at hetta er ein góður máti til at hjálpa spælarunum, til at sparka betur.

 

Í videoklippinum omanfyri, ber til at síggja nýggja bóltin, ið Adidas hevur framleitt.