Adidas vil slíta samstarvið við FSF ella KÍ

Tað sigur Paul Watson seg vita

Tað kemur neyvan óvart á nakran føroying, at yvirmaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, fór at gremja seg á Facebook um grindadrápið, sum var í Hvannasundi í farnu viku. Paul Watson fórðar í heilum sínum illa upplýstu fylgjarum sínar litaðu meiningar um drápini í Føroyum, og so var eisini í farnu viku, tá ið grindadráp aftur var á skránni.

 

Men út yvir at fordøma grindadrápini, so skrivaði Paul Watson eisini nakrar merkisverdar reglur í einum uppslagi, sum hann deildi á Facebook mikukvøldið.

 

Uppslagið var langt, men hann skrivaði millum annað soleiðis:

 

"Oh and by the way your football team can say good-by to Adidas sponsorship after that little spectacle of two of the team wading in blood, not the kind of image a company like Adidas wishes to be associated with."

 

Her sipar Watson til grindadrápið 6. juli, sum somuleiðis var í Hvannasundi. Tá valdu Sea Shepherd og Paul Watson at gera nógv burturúr, at KÍ-leikararnir, Sørmundur Kalsø og Páll Klettskarð, ið eru vanlig fólk sum øll onnur uttanfyri fótbóltsvøllin, tóku lut í grindini. Útlendsku mótstøðufólkini hjá føroyingum gjørdust varug við, at tveir fótbóltsleikarar luttóku í grindini, og so fór kavabólturin á rull. 

 

Útsøgnin hjá Paul Watson er tó enn eitt dømi um, hvussu illa upplýstur hann er um føroysk viðurskifti, tí tá ið hann skrivar "two of the team wading in blood", so er hetta ikki rætt. Satt er, at Páll Klettskarð er vanligur, føroyskur A-landsliðsleikari, men Sørmundur Kalsø hevur ongantíð spælt ein A-landsdyst. KÍ-bakkurin hevur ikki umboðað Føroyar í landsliðshøpi síðani 2014, tá ið hann spældi við U21-landsliðnum.

 

Tað er tó eisini møguligt, at Paul Watson sipar til, at KÍ fer at missa Adidas sum klædnastuðul, tí at tað tykist ikki ordiliga vera greitt, um hann meinar við landsliðið ella KÍ.

 

Í øllum førum er ógvuliga ringt at ímynda sær, at Adidas, sum er klædnastuðulin hjá øllum føroyskum fótbóltslandsliðum, vil slíta samstarvið við FSF orsakað av einum grindadrápi, har ein A-landsliðsleikari og ein fyrrverandi U21-landsliðsleikari tóku lut.