Í góðveðrinum í Trongisvági rigga teir í HB annan sunnudag á rað til at fara norður um aftur fjørðin við fullari úrtøku og eftir sannførandi avrik.
HB vann 4-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Stóri maðurin hjá HB var Adrian Justinussen, sum skoraði fyrsta málið, tá ið fimm minuttir vóru farnir, og sum staðfesti rimmar sigurin fram ímóti dystarenda. Síðani hann var langtíðarskaddur fyri einum ári síðani og sat uttanfyri í nógvar vikur, hevur tað gingið striltið hjá Adriani at endurvinna neyvleikan, sum hann, inntil hann varð skaddur, aftur og aftur vísti við langskotum og frísparkum.
HB hevði heilt nógvar málmøguleikar, og Adrian Justinussen átti uppleggið, tá ið Mikkel Dahl økti til 2-0. Tá vóru 20 minuttir farnir, og HB hevði heilt nógvar málmøguleikar. TB málverjin var stinnur, og heimamenninir ofraðu seg við at takla og blokera.
TB liðið var eitt sindur broytt. Saknur var í skadda Rógva Joensen. Samudeen Musah var framrættaður í høgru, meðan John Villi Wøldike var í vinstru. Onkra ferðina í seinna hálvleiki var um reppið, at støðan varð spent í HB brotsteiginum, men Teitur Matras Gestsson í HB málinum, sum hevði Samuel Johansen Chukwudi frammanfyri seg í miðverjuni saman við Bartal Wardum, var ongantíð av álvara hóttur.
HB spardi onkrar av lyklaspælarunum við toppdystinum í Klaksvík mikukvøldið í huga, og nú er fult fokus á dystinum mikukvøldið, sum fer at gera av, um HB av álvara skal hótta oddasessin hjá klaksvíkingum.
Tíggju minuttir eftir steðgin varð fyrrverandi TB spælarin Stefan Radosavljevic settur inn á HB liðið, og tíggju minuttir seinni økti hann til 3-0. Eftir sending frá Adriani Justinussen sneiddi hann eitt sindur í høgru framvið tveir mótstøðumenn, og so plaffaði hann bóltin upp í nettakið.
Og so var tað enn einaferð Adrian Justinussen, sum skoraði og staðfesti rimmar 4-0 HB sigurin. Hann sneiddi seg leysan á brotsteigarmarkinum og smekkaði bóltin í netið.
TB – HB 0-4 (0-2)
1-0: Mikkel Dahl
2-0: Adrian Justinussen
3-0: Stefan Radosavljevic
4-0: Adrian Justinussen
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
TB: Mads Altschuler – Eirikur M. Ellendersen, Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Jens Erik Bruhn – Samudeen Musah, Einar Petersen, Nikolei Johannesen, Dánjal Godtfred, John Villi Wøldike – Mark Kongstedt
HB: Teitur Matras Gestsson – Sunday Oche Odeh, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Daniel Johansen – René Shaki Joensen, Heðin Hansen, Dan í Soylu, Adrian Justinussen – Mikkel Dahl, Áki D. Samuelsen