info
Ongi úrslit

Adrian: Stoltur av at koma á landsliðið

- Eg havi bara eina fyrimynd og tað er Ronaldo, sigur Adrian Justinussen

Tróndur Arge
2. oktober 2019 kl. 19:35
Mánadagin boðaði Lars Olsen á tíðindafundi frá, at hann gevst á landsliðnum eftir hetta árið. Á tíðindafundinum fingu bæði Adrian Justinussen úr HB og Jóannes Kalsø Danielsen úr KÍ landsliðsboð á fyrsta sinni. - Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri. Hetta er tað, sum tú sær upp til, tá ið tú byrjar at spæla fótbólt sum ungur, og at eg fái kjansin nú, eri eg sera stoltur av, sigur Adrian Justinussen.  
Myndin er ikki tøk
Gøtumaðurin í HB hevur spælt á U21-landsliðnum, men hevur verið upp á tal fleiri ferðir til A-landsliðið. Og tað gleðir hann seg til. - Landsliðið sigur mær nógv. Eg haldi at tú fær eina kenslu, tá spælir við landsliðnum, sum eg ikki ordiliga klári at forklára. Tað er ein fantastisk kensla, sigur Adrian Justinussen, sum gleðir seg at spæla á Tórsvølli. - Nú havi eg ikki verið vid A-landsliðnum enn, men eg kann fyristilla mær at tað er avbera skeg at spæla á Tórsvølli, tá tú hevur so goðar áskoðarar, sum rópa allan dystin. Adrian heldur nógv um føroyska landsliðið og heldur at nógvir góðir spælarar hava umboðað Føroyar, men tá tað kemur til fyrimyndir, so er bara ein. - Tað hava verið nógvir klassa spælarar, sum hava verið á landsliðnum, men eg havi bara eina fyrimynd. Tað er Ronaldo, sigur Adrian Justinussen, sum eisini plagar at enftirlíkna portugisisku heimsstjørnuna, tá hann skorar. Nú er so spurningurin, um hann fær møguleikan at gera tað saman á landsliðnum.  
Myndin er ikki tøk
- Eg síggi ein góðan møguleika at fáa minuttir. Nú er hetta fyrstu ferð at eg eri við, men eg haldi ikki man bara skal vera nøgdur við tað. Eg haldi altíð, at tú skal vilja meir. Tað er tað eg geri, sigur Adrian Justinussen. Føroyar spæla móti Rumenia og Matla 12. og 15. oktober á Tórsvølli.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

9 minuttir síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

41 minuttir síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

1 tími síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

3 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

3 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

4 tímar síðan