Adrian á U18-landsliðið

17 ára gamli Adrian Cieslewicz, sum er uppvaksin í VB og Vági, er innkallaður til pólska U18-landsliðið

Fótbóltur

 

Adrian Cieslewicz, sum er sonur Robert Cieslewicz, ið var partur av FM-liðnum hjá VB í 2000, er júst innkallaður til pólska U18-landsliðið. Fram til 2006 spældi Adrian í VB, men í tá skrivaði hann sáttmála við Manchester City, har hann hevur verið síðani.

Sum skilst, so hevur kviki áleyparin ment seg nógv hesi árini í Onglandi, og nú verður hann so partur av pólska U18-hópinum. Tann 24. Mai skal Adrian flúgva til Warszawa, og dagin eftir fara hann og restin av hópinum til Finnlands, har pólska liðið skal spæla tveir venjingardystir móti finska U18-landsliðnum.

Og so kundi verið lagt afturat, at fótbóltsevnini í familjuni eru framúr. Lukasz, ið er eldri beiggi Adrian, hevur sáttmála við danska Brøndby, har hann hevur gjørt nógv um seg á eykaliðnum. Í løtuni er hann tó leigaður út til Hvidovre.

Pápi teir báðar, Robert, er fyri stuttum fluttur heim til Póllands saman við unnustu síni.