Adriano vil ikki til Italia

Brasilski áleyparin hjá Inter, Adriano, ger nú aftur var við seg á heldur keðiligan hátt. Eftir at hava verið í heimlandinum til landsliðsfótbólt, sigur hann seg nú als ikki hava hug at koma aftur til Milano. – Adriano er heima í Rio hjá familju síni, og hann gleðir seg at hyggja eftir nøkrum dystum í brasilsku deildini. Ikki minst stórdystinum millum Flamengo og Fluminese, sigur Gilmar Rinaldi, sum er umboðsmaður hjá spælaranum.