Hann er í løtuni sáttmálabundin at portugisiska Benfica, men var í fjør útleigaður til Monaco í Frankaríki. Hetta hepnaðist ikki serliga væl, og nú roynir Adu eftir øllum at døma aðrir leiðir. – Einki er avgjørt enn. Talan er um ein leigusáttmála og eg skal til Danmarkar at fáa alt endaliga upp á pláss, sigur Adu við Yanks Abroad sambært bold.dk. Við somu heimasíðu hevur stjórin í OB, Kim Brinck, sagt, at teir halda eitt vakið eyga við Adu.