Ælta at byggja gistingarhús við Norðskála

Á býráðsfundi í Sunda kommunu nú klokkan 17 er eitt mál til viðgerðar um bygging av gistingarhúsi við Norðskála

Kommunan skrivar í fundarskránni, at fyrispurningur er komin um at byggja gistingarhús á miðstaðarøkið við Norðskála.

– Um gistingarhús kemur á staðið, kann hetta gera nógv fyri handilslívið, sum er har, av tí at gestir og vitjandi koma at gagnnýta handlarnar. Eisini kann hetta vera ein fyrimunur fyri kommununa sum heild, av tí at her er nógv ferðavinna, og tað kundi hugsast, at eitt samstarv millum vinnu og ferðavinnu eisini bleiv, skrivar kommunan í fundarskránni.

Víðari verður greitt frá, at byggisamtyktin hjá Sunda kommunu loyvir ikki hesum, tí má frávik gerast frá byggisamtyktini um bygging á miðstaðarøkið, til at gistingarhús eisini kann byggjast á økinum. Eisini er umráðandi at áseta hædd til bygningar av hesum slag, skrivar kommunan.

 

Málið hevur verið fyri í teknisku nevnd og í vinnu- og umhvørvisnevndini og verður lagt fyri býráðsfundin í kvøld.

Tekniska nevnd, sum viðgjørdi málið á fundi 13. juni er samd um at mæla býráðnum til at gera frá byggisamtyktini um bygging á miðstaðarøkið og loyva gistingarhús- og matstovuvirksemi.

Vinnu- og umhvørvisnevndin, sum hevði fund 15. juni, mælir einmælt býráðnum til at fylgja tilmælinum frá teknisku nevnd.