Ætla at byggja bensinstøð í Hoyvík

Býráðslimir í Havn eru ikki heilt álvuligir við at bensinstøð skal byggjast beint við ein dagstovn til børn

Effo ætlar nú byggja eina bensinstøð uppi í Hoyvík.

Støðin, sum verður 350 fermetrar, skal vera við Vegin Langa, ímillum Per Mohrs veg og Djúpagilsvegin, niðanfyri Býlingshúsið Vesturi á Flat, sum er sum er ein barnagarður og vøggustova.

 

Í hesum sambandi hevur Effo søkt Tórshavnar Býráð um at fáa eitt stykki á 2000 fermetrar at byggja á.

 

Samstundis má byggisamtyktin broytast, so at stykkið kann brúkast til bensinstøð.

 

Hesa tilgongdina er Tórshavnar Býráð nú farið í holt við, men byggiloyvi verður kortini ikki latið, fyrrenn endaligar tekningar og góðkenningar fyriliggja, hevur Tórshavnr Býráð samtykt á fundi i gjárkvøldið.

 

Hóast býráðið tók undir við ætlanina, eru tað nakrir, sum staðfestu, at teir eru ikki heilt álvuligir við at byggja eina bensinstøð beint við ein barnagarð.

 

Kortini varð staðfest, at fleiri aðrar bensinstøðir í Havn eru bygdar júst við skúlar og onnur støð, har nógv børn og ung eru.

 

Hinvegin hildu býráðslimir eisini, at verður ein bensinstøð bygt í Hoyvík, kann tað lætta eitt sindur um trýstið á aðrar bensinstøðir.

 

Samstundis kann ein bensinstøð við Vegin Langa enntá vera við til at tálma ferðsluna eftir tí vegnum, har bilar mangan koyra skjótt.

 

Tí halda fleiri býráðslimir í Havn, at samanumtikið er ein bensinstøð í Hoyvík ikki nakar vansi fyri trygd og trivnaði.

 

Úrslitið var eisini, at allir býráðslimir atkvøddu fyru, uttan Marin Katrina Frýdal, sum atkvøddi ímóti.