Ætla at byggja tvey hotel afturat í Havn

Umsóknir eru um at byggja hotel báði í Lítluvík og Yviri við Strond

 


Ferðavinnan hevur reiðiliga tikið dik á seg seinastu árini.

Og nøkur eru tey, sum munnu halda, at útlitini fyri ferðavinnuni eru so mikið góð, at tað kann betala seg at gera ovurstórar íløgur.

Í hvussu so er hava fólk í høvuðsstaðnum so stórt álit á ferðavinnuni, at býráðið í Havn hevur fingið tvær umsóknir um loyvi at byggja nýggj hotel í Havn.

Ætlanin er báði at byggja hotel Yviri við Strond og í Lítluvík.

Tann eina umsóknin er frá tí eina Restorffs beiggjanum, Johan Restorff, sum ætlar sær undir nýtt hotel afturat Hafnia.

Afturat honum eru eisini Uni Danielsen, formaður í Matstovu & Gistingarhúsfelagnum, umframt Flogfelag Føroya uppi í hesi ætlanini.

Tað er alment kunnugt, at Restorffararnir í nógv ár hava viljað sloppið at bygt Hotel Hafnia út, men á Áarvegnum sær svart út, tí har er bygt til allar síðir.

M.a. hava teir roynt at keypa Gamla Apotekið aftur, sum Restorff ættin átti til 1949, tá ið tað varð ognartikið uppá ein dag til apotek.

Av tí at einki gerst á Áarvegnum, royna teir so tann endaliga møguleikan: At byggja nýtt hotel.

Johan Restorrf sigur, at enn er ætlanin so nýggj, at onki er avgjørt.

Men tað er altíð gott at hava ætlanir og at verða til reiðar, skuldi ferðavinnan vundið uppá seg

Tað fara útlitini í ferða-vinuni at vísa, um tað fer at loysa seg at fara undir tað nýggja hotellið einaferð í framtíðini.

Teir hava søkt býráðið um byggiloyvi í Lítluvík, men enn er einki svar komið.

Men kortini er hann komin so langt, at hann hevur longu valt navnið til Hotellið, og hevur fingið tað skrásett: Nýggja hotellið kemur at eita Hotel Atlantic.

Hann leggur dent á, at ætlanin er framvegis at hava Hotel Hafnia gangandi sum nú.


Tað rætta umhvørvið

Johan Restorff sigur, at teir hava valt Lítluvík, tí teir halda, at plássið er sera væl egnað til hotel.

? Har er tað rætta umhvørvið. Vit hava sjógvin og bátahylin beint niðanfyri hotellið.

? Har er sera veðurgott, og so er tað mitt í býnum, beint við allar almennar stovnarnar, skipasmiðjuna og- oljufyrisitingina.

Johan Restorff dylir ikki fyri, at teir eisini hava oljuvinnuna í huganum, tí kemur hon, fer hon at krevja nógv gistingarpláss.

Hin umsóknin skuldi vera frá Páll Breckmann, sum tað fingu vit ikki vátta, áðrenn blaðið fór til prentingar.