Fert tú á ólavsøku?
- Ja, eg fari á ólavsøku. Eg eri sum oftast á ólavsøku. Hóast vit eisini fara uttanlands at ferðast, royni eg altíð at raðfesta soleiðis, at eg eri heima á ólavsøku.
Tað sigur Joan Oskarsdóttir.
- Í ár verður ólavsøkan nakað heilt serligt, nú vit arbeiða miðvíst við at flyta inn í okkara nýggju hús á ólavsøku.
Hon sigur, at ólavsøkan hjá teimum byrjar ofta við, at tey sita saman og pussa silvurið til tey føroysku klæðini.
- Hetta er ofta ein heilt serstøk løta fyri okkum sum familja, næstan sum lítlajólaaftan.
Joan sigur, at ólavsøkuaftan ofta fer við, at tey eta morgunmat saman sum familja, og síðan fara tey at lata seg í tey føroysku klæðini. Tað tekur ofta nakað av tíð at leggja turriklæðini, binda hosubond og slipsknútar.
Hvussu heldur tú ólavsøku í ár?
- Ólavsøkuaftan fara vit sum oftast til setanina, og síðan gongur leiðin oman á Tinganes at hyggja eftir kappróðrinum. Mær dámar eisini væl at fara til ymisk tiltøk saman við børnum og ommubørnum. Annars, so er tað oman og niðaneftir Vaglinum at heilsa uppá vinir og kenningar og eta ein betri bita.
Joan sigur, at ólavsøkudag gongur leiðin oman á Vaglið, tá skrúðgongan kemur úr dómkirkjuni. Hetta er ein heilt serlig løta, har kórsangurin er prikkurin yvir i’ið.
- Ólavsøkukvøld fara vit, júst sum seinasta ár, á The Tarv at eta ein betri bita saman við nøkrum góðum vinfólkum. Har sita vit og hugna okkum, til klokkan nærkast midnátt, tá vit spáka okkum niðan á Vaglið til midnáttarsangin.
Hvat er tað besta við ólavsøkuni?
- Tað besta við ólavsøkuni er allar tær nógvu og góðu relatiónirnar, hugnaligu prátini við familju, vinir og kenningar. Ólavsøkan ber brá av, at vit steðga á og koma hvørjum øðrum við. Fólk eru í góðum lag, og tað smittar, kenslur smitta – tað bara at vera, er heilt fantastiskt.
Hvat kundi verið øðrvísi við ólavsøkuni?
- Tað er ivaleyst nógv sum kundi verið øðrvísi, men hóast tað, so haldi eg, at nógv av endurtøkuni við ólavsøkuni er júst tað sum sermerkir hátíðina. Tá tað so er sagt, vildi eg ynskt, at barnatiltøkini ikki vóru so kostnaðmikil, soleiðis at øll høvdu møguleikan at luttaka, bæði tey, sum eru uppá SU og tey, sum hava eitt gott lønandi arbeiði, sigur Joan Oskarsdóttir.