Ætla at heiðra Totti

Roma legendan, Francesco Totti, kann síggja fram til eina góða móttøku, um hann kemur á vøllin í kvøld í Madrid

Tvær áttandapartsfinalur í Champions League kappingini eru í kvøld á skránni.

 

Og í báðum dystunum, eru tað heimaliðini, sum mugu metast sum stórfavorittar fyri at koma víðari.

 

Á Santiago Bernabeu leikvøllinum í Madrid skal Real Madrid taka ímóti AS Roma.

Real Madrid vann í fyrra dystinum í Rom 2-0 á útivølli, og hevur tí eitt gott útgangsstøðið við sær til seinna dystin.

 

Skulu skora tíðliga

Venjarin hjá AS Roma, Luciano Spalletti, sigur tó, at teir í Roma síggja seg at hava ein møguleika fyri at koma víðari í kappingini.

 

-       Eg havi biðið mítt lið um at gjørt tað ómøguliga. Og soleiðis sum teir hava vant í seinastuni, er tað ikki ómøguligt at gera tað. Vit skulu skora tíðliga, og skulu spæla við møguleikanum fyri at vinna, heldur enn óttanum fyri at tapa.

-       Vit mugu tora at leypa á frá byrjan, og stóla uppá at vit kunnu standa ímóti defensivt. Gera vit tað, hava vit avgjørt møguleika fyri at vinna á Bernabeu leikvøllinum.

 

Ætla at heiðra Totti

Eitt sindur merkisvert við dystinum í kvøld tykist at vera, at áskoðararnir hjá Real Madrid hava ætlanir um at heiðra eina av legendunum hjá AS Roma. Francesco Totti, sum annars ikki hevur spælt fast í hesum kappingarárinum. Francesco Totti kann vænta sær standa og klappandi áskoðarar, um hann kemur á vøllin í dystinum. 

 

Tað er tó ikki fremmant fyri Real Madrid áskoðarar at gera líknandi, tí fyri júst einum ári síðani fekk Andrea Pirlo eina sokallaða "standing ovation", umframt at Alessandro Del Piero eisini varð heiðraður á Bernabeu í 2008.

  

 Tað skal ganga illa hjá Wolfsburg

Í hinum dystinum skal Wolfsburg á heimavølli spæla ímóti Gent úr Belgia. Eisini har er heimaliðið rímuliga greiður favorittur, tí Wolfsburg vann í fyrra dystinum 3-2 í Belgia móti Gent.

 

Dieter Hecking, Wolfsburg venjari, viðurkennir eisini at teir helst skulu vinna dystin í kvøld.

 

-       Eg fortaldi mínum leikarum áðrenn tann fyrra dystin, at vit mugu avrika væl yvir tveir dagar fyri at koma víðari í kappingini. Vit avrikaðu so mikið væl tann fyrra dystin á útivølli, at tað nú fullkomiliga er upp til okkum. Og tí eru vit fullir í sjálvsáliti um, at vit kunnu klára tað. Men tað er tó ikki avgjørt enn.

 

 

Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19:45.