- Ætla at skriva søgu

Tað sigur Víkinga liðskiparin, AtlI Gregersen, undan Europa League dystinum móti Tromsø IL í kvøld.

Tað er í kvøld klokkan 18:00 at Víkingur spælir seinna dystin í øðrum undanumfari av Europa League móti norska liðnum Tromsø IL.

 

Víkinga liðskiparin sigur, at vónirnar í Víkinga leguni eru góðar og at teir í ferðalagnum hjá Víkingi fara eftir at skapa eitt úrslit og harvið skriva føroyska søgu.

 

Higartil er tað ongantíð hent í føroyskum fótbólti, at eitt lið hevur leikt seg víðari úr øðrum undanumfari av Europa League.

 

Hoyr samrøðuna við Atla Gregersen við at trýsta á pílin undir myndini.