Ætla ikki at herða eftirlitið við útlendingum í Føroyum

Men eftirlitið, sum er avtalað, skal nú setast í verk

Landsstýrið hevur ikki ætlanir um at herða eftirlitið við útlendskari arbeiðsmegi í Føroyum. Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógarmálum.

 

Í kjalarvørrinum á søgunum um útlendsk arbeiðsfólk, sum skulu vera illa viðfarin í Føroyum, hevur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt landsstýrismannin, hvat tey ætla at gera við tað.

 

Í hesum sambandi spyr hann, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at tryggja, at eftirlitið við arbeiðsgevarum, sum hava útlendska arbeiðsmegi í starvi, verður fýra ferðir um árið, soleiðis sum avtalað varð, tá skipanin við fast track varð sett í gildi?

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað eru ikki ítøkiligar ætlanir um at herða eftirlitið. Men hann sigur, at hann hevur samskift við Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, og haðani hevur hann fingið váttan fyri, at neyðug orka er til at fremja eftirlitið í ár.

 

Somuleiðis er landsstýrið farið undir at viðgerða teir trupulleikar, ið eru á arbeiðsmarknaðar- og útlendingaøkinum, leggur hann afturat.

 

Annars sigur hann, at tað er regluligt eftirlit við arbeiðs- og uppihaldsloyvum. Útlendingastovan góðkenna fyritøkur, sum vilja brúka fast track- skipanina, sum ger tað skjótari at fáa fremmanda arbeiðsmegi hendanvegin. Tá ein fyritøka søkir um at fáa útlendingar higar at arbeiða, skal hon vátta, at hon fer at halda nakrar treytir, eisini at lønar- og setanartreytir eru eftir føroyskum viðurskiftum.

 

Góðkenningin er galdandi eitt ár í senn og verður Útlendingastovan varug við, at treytirnar ikki eru hildnar kann hon nokta fyri at longja góðkenningina.  Útlendingastovan hevur eisini altíð møguleika til at kanna eitt mál, tá ið illgruni er um, at treytirnar ikki verða hildnar, og tey kunnu eisini gera tilvildarligar stakroyndir fyri at kanna, um eitt virki heldur treytirnr.

 

Men av tí at fast track skipanin er so nýggj, hevur Útlendingastovan enn ikki framt tilvildarligar stakroyndir. Kortini hava tey kannað mál nærri, har Útlendingastovan er blivin varug við, at fyritøkan ikki longur lýkur treytirnar.

 

Styrelsen for International Rekruttering og Integration, SIRI, hevur eftirlit við, at treytirnar í arbeiðs- og uppihaldsloyvum verða hildnar, og tað eftirlitið er á hvørjum árið í øllum málum um arbeiðs- og uppihaldsloyvir. Varnast SIRI, at lønar- og setanartreytirnar ikki eru eftir føroyskum viðurskiftum, kann SIRI senda Útlendingastovuni málið til hoyringar.

 

Í slíkum málum ger Útlendingastovan eina meting av, um fyritøkan bjóðar lønar- og setanartreytir, sum eru vanligar eftir føroyskum viðurskiftum.

 

Slík mál kunnu gera Útlendingastovuna varuga við, at ein fyritøka ikki longur lýkur treytirnar fyri at hava góðkenning til fast track. Útlendingastovan kann í hesum førum kanna hetta nærri og taka eina góðkenning aftur.

 

Afturat hesum árligu eftirlitunum hjá SIRI og hjá Útlendingastovuni við lønar- og setanartreytunum koma eftirlitsvitjanir, har Arbeiðs- og brunaeftirlitið, TAKS og løgreglan, kanna, um viðurskiftini hjá útlendsku arbeiðsmegini eru í lagi.

 

Miðað verður ímóti, at slíkar eftirlitsvitjanir skulu fremjast fýra ferðir um árið við stakroyndum á fleiri arbeiðsplássum hvørja ferð og níu er váttan fingin fyri, at hesi eftirlitini verða í ár.

 

Landsstýrið hevur fyrr ætlað at seta krøv til bústaðarviðurskifti hjá útlendingum, sum koma higar at arbeiða. Men Udlændinge- og Integrationsministeriet hevur gjørt greitt, at tað krevur eina lógarbroyting, sum bara verður galdandi fyri Føroyar, tí ein slík regla finst ikki í donsku útlendingalógini.

 

Atfinningar hava eisini verið ímóti, at tá ið arbeiðið minkar, verða føroyingar sendir fyrst til hús, tí arbeiðsgevarin hevur skyldu til at lata útlendingar fáa 40 tíma arbeiðsviku.

 

Men tað er lættari sagt enn gjørt at gera nakað við tað. Bjarni Kárason Petersen sigur, at skal tað broytast, krevst, at útlendingalógin verður broytt – og at stórir partar av skipanini verða endurskoðaðar.