Ætlaði at leypa úr flogfarinum

Ein maður royndi í gjár at sleppa út ígjøgnum neyðhurðina á einum flogfari, sum var á veg úr Chicago til Sacramento.

Flogskiparin á flogfarinum, sum amerikanska felagið Southwest Airlines eigur, gjørdi av at venda til Omaha.

 

-Maðurin gjørdi brádliga av, at hann vildi sleppa at møta tí almáttuga, og tí royndi hann at lata neyðhurðina upp, sigur talskvinnan hjá flogfelagnum, Monique Lawler, við sjónvarpið KABC-TV.


Tríggir ferðamenn forðaðu manninum at fáa neyðhurðina upp, og tað eydnaðist teimum at halda honum, til flogfarið hevði sett seg í Omaha. Har var løgreglan til reiðar og tók mannin.