Ætlanin um Tjóðleikhús í Havn er slept

Nýggjur meiriluti í gamla býráðnum í Havn hevur samtykt, at nýggj staðseting skal finnast til Tjóðleikhúsið

Stríðið um Tjóðleikhúsið í Havn fekk á seinasta fundi hjá fráfarandi býráð í Havn, sum var í kvøld, eina nýggja vend, tá nýggjur meiriluti í gamla býráðnum samtykti at finna aðra staðseting til Tjóðleikhúsið.

Tað var Kári Johansen, formaður í Havnarnevndini, sum bað um at fáa málið á skrá til býráðsfundin í kvøld við atliti til at finna aðra staðseting til Tjóðleikahúsið enn Eystara havnarøki.

Tað var hetta málið, sum fekk Kára Johansen í september mánaði at melda seg úr Javnaðarflokkinum og upp í Framsókn, tí hann var ósamdur við Heðin Mortensen um staðsetingina av Tjóðleikhúsinum á Bursatanga. Hann var tó ikki so leingi partur av Framsókn, sjálvt um bæði Kári Johansen og Súsanna Olsen í Framsókn eru samd í hesum máli.

Á býráðsfundinum í kvøld varð fyrst atkvøtt um uppskot frá Elsu Berg um at beina málið aftur í nevnd.

Uppskotið fall við seks atkvøðum fyri, sjey atkvøðum ímóti og ongari blankari atkvøðu. 

Fyri atkvøddu: Heðin Mortensen, Elsa Berg, Jákup Dam, Gunvør Balle, Annika Olsen og Kristianna Winther Poulsen.

Ímóti atkvøddu: Annfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Birgir Nielsen og Súsanna Olsen.

Síðani varð atkvøtt um uppskot frá Kára Johansen um at samtykkja aðra staðseting enn Eystara havnarøki.

Uppskotið varð samtykt við sjey atkvøðum fyri, fýra atkvøðum ímóti og tveimum blonkum atkvøðum. 

Fyri atkvøddu: Anfinn Brekkstein, Tróndur Sigurðsson, Kári Johansen, Súna Mørk, Bjørg Dam, Súsanna Olsen og Birgir Nielsen. 

Ímóti atkvøddu: Elsa Berg, Jákup Dam, Annika Olsen og Gunvør Balle. Blankt atkvøddu: Heðin Mortensen og Kristianna Winther Poulsen.

Javnaðarflokkurin, sum hevur seks umboð í fráfarandi býráð, gekk í tveimum, og týðuligt er, at fyrrverandi javnaðarumboðini ikki draga somu línu, sum tey bæði, sum eftir eru í Javnaðarflokkinum í Tórshavnar býráð.

So er spurningurin, um málið verður tikið uppaftur á næsta fundi – og staðsetingin á Bursatanga samtykt aftur. Tá er í øllum førum meirilutin, sum var á fundinum í kvøld, 7 býráðslimir, tódnaður niður í fýra. Og minnilutin í kvøld víðkaður til ein meiraluta við 8 býráðslimum.

Ein møguleiki er sjálvandi eisini, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at spyrja aðra kommunu enn Tórshavnar kommunu, um at hýsa Tjóðleikhúsinum, sum nú í eini 20 ár hevur verið kastibløka í Havn.