Anja og Tom Villy Magnussen í Vági fingu fyri 10 døgum síðani sín næsta ættleidda son heim til Føroya. Fyrru ferð bíðaðu tey í fýra ár eftir at fáa eitt barn, og aðru ferð fimm ár. - Tað er ein long og strævin tilgongd, tí tú verður kannaður í høvd og reyv fleiri ferðir um árið, og myndugleikarnir skulu vita alt um teg, sigur Anja Magnussen í kvøld.
Les eisini: Færri føroyingar ættleiða børn
Ríkisumboðið vísir í hagtølum á, at talið av ættleiðingum er munandi minkað seinastu árini, og í 2013 vóru bert trý børn ættleidd til Føroya.
Tann 14. juni í ár - altso 10 dagar síðani - fingu Anja og Tom Villy Magnussen í Vági sín næsta, ættleidda son. Fyrri sonurin kom heim til Føroya úr Kina í 2008, og nú kom so seinni sonurin úr Bulgaria til Føroya fyrr í juni.
Anja Magnussen sigur seg væl skilja, at alsamt færri ættleiða, tí tilgongdin er ógvuliga hørð og krevjandi.
- Tað er strævið at koma ígjøgnum, bæði tí myndugleikarnir skulu kanna øll tíni viðurskifti - alt frá fíggjarviðurskiftum til heilsustøðuna, og samstundis gongur tú og gleðir teg í fleiri ár, og bíðar eftir hesum barninum, greiður Anja frá.
Hon vísir á, at fleiri taka lán fyri at fíggja sína ættleiðing, men tíbetur fáa føroyingar nakað av pengum aftur frá almannastovuni til at ættleiða.
- Tú hevur ongan møguleika at vita nær tað fer at gerast tín túrur. Tú kanst standa fleiri ár sum nummar eitt á einum lista, uttan at nakað hendir, sigur Anja.
Hon og maðurin vóru í januar í ár á vitjan í Bulgaria, men fingu ikki loyvi til at taka sonin við heim tá. Tí vóru tey noydd at fara heim aftur til Føroya at bíða, og fingu so umsíðir dreingin heim 14. juni.
- Fyrst fært tú eina mynd til góðkenningar, og nakrar heilsukanningar av barninum. Síðani skalt tú siga ja ella nei, og frá tí vit søgdu ja gekk eitt hálvt ár, har vit skuldu fáa pappírini í ordan, sigur Anja.
Hon vísir á, at hóast tú bert hevur sæð eina mynd av barninum, so knýtir tú bond beinan vegin, og tískil er tað eisini tungt at bíða fleiri mánaðir til tú kanst fáa barnið við tær heim.
Meira er at lesa um ættleiðing á heimasíðuni hjá Ættleiðingarfelagnum, aettleiding.fo