Ævintýraferðin á Countryfestival

Búi Dam og Dánjal á Neystabø spæla til barnatiltakið á Country- og Bluesfestivalinum í Sørvági í juni.

Sum undanfarin ár, skipar Country- & Blues Festivalurin fyri einum barnatiltakið undir festivalinum, og í dag hava fyrireikararnir avdúka, hvør fer at spæla til hetta tiltakið.

 

Í ár vera tað fyrst og fremst Búi Dam og Dánjal á Neystabø, eisini kendur sum Ævintýraferðin, ið fara at spæla til barnatiltakið. Umframt teir fara BBIW, Fríði Sigmundsson og 3. flokkur í Sørvágs skúla eisini at spæla og syngja. 

 

Country- og Bluesfestivalurin verður í Sørvági 5. til 7. juni.