Afghanski forsetin í iva

Hamid Karzai, forseti, er ørkymlaður av, at fleiri hundrað afghanar eru falnir í einum átaki hjá teimum útlendsku hermonnunum.

Fleiri hundrað afghanar hava latið lív í einum umfatandi átaki hjá amerikanarum, kanadiumonnum og avstraliumonnum í Afghanistan tær seinastu vikurnar, men hóast teir deyðu eru úr Taliban, er Hamid Karzai, forseti, alt annað enn fegin um tað stóra mannfallið.

-Millum 500 og 500 afghanar eru deyðir tær seinastu vikurnar. Rætt er tað, at hetta eru menn í Taliban, men teir eru eisini synir Afghanistans, segði Karzai um vikuskiftið. Hann bað altjóða samfelagið endurskoða bardagan ímóti yvirgangi, tí hann kann ikki góðtaka, at bardagin skal kosta hundraðtals afghanarum lívið eftir nøkrum fáum vikum.

USA stendur fyri tí stóra átakinum, sum hevur til endamáls at gera av við Taliban har suðuri í Afghanistan. Amerikanska herleiðslan vil vera við, at einir 250 menn hjá Taliban eru falnir, síðani átakið byrjaði, men sambært afghanska forsetanum er talið nógv størri.

Ein sending í norska sjónvarpinum seinasta fríggjadag avdúkaði, at ruðuleiki valdar nógvastaðni í Afghanistan. Ein av ráðharrunum í stjórnini greiddi frá, at teir gomlu krígsharrarnir hava framvegis valdið í stórum pørtum av landinum, og at teir fáa ovurhonds nógvar pengar burtur úr rúsevnasølu. Ráðharrin segði eisini, at vápnað lið hjá krígaharrunum herja nógvastaðni, og at fólk tora ikki annað enn at líða teirra boð.