Afrikanska meistaraheitið fyri landslið byrjar fríggjadagin

Afrikanska meistaraheitið í fótbólti ella AFCON, verður skotið í gongd fríggjadagin.

Eins og EM í Evropa og Copa Amerika í Suðuramerika, hava afrikanarar eisini sína egnu fótbóltskapping, og hon er sjálvsagt størsta fótbóltskapping, Afrika hava at bjóða uppá. AFCON, sum kappingin verður kallað, fer í ár fram í Egyptalandi.

Fyrsti dystur er fríggjakvøldið klokkan 21, tá byrja egyptisku vertirnir kappingina, við at taka ímótir Zimbabwe. 

AFCON var fyri fyrstu fer hildið í 1957. 24 lið eru við í kappingini í ár, hetta er fyrstu fer at 24 lið eru við. Tann avgerðin var tikin í fjør, at flyta kappingina frá januar til juni, og at økja talið av liðum ið luttaka frá 16 til 24 lið.

AFCON verður hildið annaðhvørt ár, og Seinast var kappingin í 2017. Í 2017 var kappingin hildin í Gabon, og tað endaði við at Cameroon vann finaluna ímóti Egyptalandi 2-1. Hetta var fimtu fer at Cameroon megnaði at vinna AFCON.

Egyptaland er tað landið, ið hevur vunnið kappingina oftast, Egyptaland hevur vunnið kappingina sjey ferðir. Egyptar eru vertar fyri kappingina hesaferð, og teir hava eisini góðar møguleikar fyri at vinna kappingina fyri áttindu fer, í søgu landsins í ár. Seinast Egyptaland vann kappingina, var í 2010 og við Mohamhed Salah á odda hesaferð, mugu teir teljast sum millum favorittarnir at vinna kappingina.

Afrikanska meistaraheitið byrjar sum sagt fríggjadagin 19 juli, og heldur áfram líka til 21 juli.