Nino Barbuzza var í Føroyum sum skiftisnæmingur fyri tveimum árum síðani. Men bert frá juli til november, tí hann vildi heldur sleppa til Danmarkar, sum upprunaliga ætlað.
Men komin til Danmarkar angraði hann skiftið, men ov seint var at venda aftur til Føroya, tí loyvt er bert at skifta einaferð.
Men Nino hevði ongantíð hoyrt um Føroyar og var ikki til reiðar at koma til Føroya, ístaðin fyri til Danmarkar.
Tí vitjar hann hesa vikuna aftur í Føroyum, fyri at síggja landið við nýggjum, og uppløgdum eygum.
Hann hevur hesi farnu árini hildið sambandið við vertsfamiljuna, Harriet og Erhard Joensen, við telduposti og telefonsamrøðum.
Øðrvísi
- Hóast árstíðin er myrk og køld, so er hetta júst tað, ið eg alla tíðina leitaði eftir, tí hetta er so øðrvísi frá tí, ið eg eri vanur við í heimstaði mínum Palermo, sigur Nino.
Nino gongur nú á lærda háskúlanum í Rom, har lesur innan miðlar og sjónvarp.
- Eg havi longi tosað um at koma hendavegin og nú gjørdi eg bart. Men tað var ein drúgv ferð. Tveir dagar og tvey flogfør, ein ferja og ein bussur, greiðir Nino frá.
Hann heldur, at um tað ber honum til, so vitjar hann aftur í frítíðini í desember komandi ár.
Harriet Joensen sigur, at tað er ein góð kensla at fáa Nino aftur á vitjan, tí hann er ikki ein fremmandur, men ein partur av familjuni.
Nino fer avstað aftur úr Føroyum sunnudagin, men ferðaætlanin er so, at hann má úr Suðuroynni longu leygardagin.