Aftan fyri gardinurnar

Framsýningin hjá listakvinnuni Beintu av Reyni læt upp í Listaskálanum í Havn seinasta fríggjadag. Samstundis var ein bók um um listakvinnuna løgd fram

Fríggjadagin 8. juni læt ein listaframsýning upp í Listaskálanum í Havn við verkum hjá listakvinnuni Beintu av Reyni, sum er føroysk og býr í Danmark. Dagmar Warming listfrøðingur greiddi frá bókini, sum hon hevur skrivað um listakvinnuna Beintu av Reyni í sambandi við hesa framsýningina.


Bókin um Beintu eitur “Aftan fyri gardinurnar” Bókin byrjar við hesum orðum: “Fáur man hava hildið, at endurnýggjan av siðbundna landslagsmálninginum lá í, at áskoðanin skuldi vera aftan fyri gardinurnar og tískil eisini innan fyri vindeygað. Men tað er júst tað, ið Beinta av Reyni ger.


Málningar hennara avmynda ikki bert náttúruna uttan fyri hana, tí okkurt eyka er lagt aftur at verkinum; hon málar gardinurnar framman fyri og setir á tann hátt áskoðaran í bás, so hann verður tilvitaður um, at hann hyggur innanífrá og út gjøgnum vindeygað.

Soleiðis upplivdi hon føroyska landslagið sum barn. Hon sá tað úr einum kvinnuligum sjónarhorni – innanífrá. Kvinnur vóru ikki tíðum úti í náttúruni, tí arbeiðspláss teirra var inni. Hugamyndir sum hesar avmyndar Beinta av Reyni í sínum málningum”.


Bókin, sum er 53 blaðsíður, er skrivað á bæði føroyskum, donskum og enskum.


Beinta av Reyni er fødd í Havn í 1970 er í dag 37 ára gomul, hon er dóttir Arnhild Hammer av Eiði og Jens av Reyni í Havn. Beinta hevur búð í Danmark síðan hon var trý ara gomul. Abbi hennara var Jens Pauli av Reyni, sum var beiggi kenda listamannin Ingálv av Reyni.


Fyrst í 90-unum gekk Beinta á “Akademiet for Tegning og Design í Keypmannahavn”. Annars er hon útbúgvin lærari frá Zahles Seminarium við ítrótti og myndlist sum linjufak.


Hon hevur verið við á nógvum framsýningum í Danmark, eitt nú á várfarmsýningum á Charlottenborg og í 2004 var hon við framsýningini “Ung Føroysk List á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn”. Á Kunstnernes Sommerudstilling” í 2005 fekk Beinta handaða KS-virðislønina.