Petur Skeel Jacobsen væntar gott veður í morgin, men tíverri fer allarhelst at regna aftur um vikuskiftið, sigur hann.
Seinnapartin í dag verður eitt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, turt og sólglottar. Hitin millum trý og seks stig.
Kristi himmalferðardag verður eitt fleyr av ymsum ættum, um kvøldið stívt andøvsgul av landsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar og hitin millum átta og ellivu stig.
Fríggjadagin verður eitt stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, fyrrapartin yvirhøvur turt, men seinnapartin regn. Hitin millum sjey og tíggju stig.
Leygardagin verður hvassur vindur upp í skrið av útsynningi og vestri og ælingur. Hitin millum seks og tíggju stig.