Aftur í ár skipar róðrarfelagið Neystið fyri regatta í Ishøj havn. Hetta verður komandi leygardag, tann 13. juni. Stevnan verður sett klokkan 14.00 og síðani verður kappróður á skránni.
Hetta er 28. ferð, at skipað verður fyri regatta í Ishøj.
Fyriskipararnir siga, at sum nakað nýtt fara teir at royna at stroyma kappróðurin av Sundalagsstevnuni, sum eisini er hendan dagin, soleiðis at ein kann fylgja við kappróðrinum bæði í Ishøj og heima í Føroyum.
Eins og undanfarin ár, endan regattain við eini veitslu, har heiðursmerki verða handaði. At enda fara føroysku Voices of Rock eisini at syngja.