Tað er nakað av vindi við havnarlagið á Prestlandi henda hósmorgunin.
Úti við molan er ein útróðrarbátur í ferð við at leggja at. Springið er komið í land, og eftir lítlari løtu liggur hann trygt við bryggju.
Ein av monnunum umborð hevur tveitt endan í land, og her stendur ein maður frá uppboðssøluni í Sørvági og tekur ímóti.
Útróðrarbáturin Brandur er júst afturkomin av einum túri í Vágahavinum. Hesin túrurin royndist góður, hóast teir fingu tvífalt so nógv túrin frammanundan.
- Vit eru í Miðvági nú, tí tað er so óroynt norðanfyri, sigur skiparin, Janus Sørensen, sum saman við tveimum øðrum viðingum, Esmari Sørensen og Juliusi Absalonsen, er við henda túrin.
Umframt teir tríggjar, er ein maður í landi og egnir. Tað snilda í hesum er, at góðu viðurskiftini innan samferðsluna gera, at báturin kann avreiða í Vágum, meðan teir egndu stamparnir verða fluttir higar við bili úr Norðoyggjum.
Vanliga hava teir 48 stampar við, onkutíð upp í 50.
Góður prísur
Útróðrarbáturin, teir tríggir eru við, hevur áður verið heimahoyrandi í Fuglafirði. Men fyrr í ár skifti Brandur altso eigara.
Fyri teir tríggjar hevur útróðurin altíð havt stóran áhuga, og við hesum stóra og sjógóða bátinum, liggur væl fyri at útinna dagliga starv teirra.
Sambært Skipalistanum er línubáturin Brandur 17.2 metrar langur, 4.1 breiður og 2.25 djúpur. Íalt er hann 24.47 BRT til støddar.
Fiskiskapinum higartil í ár lata teir bara væl at:
- Jú, eg haldi, at tað hevur verið í lagi. Í øllum førum kunnu vit bara fegnast um, at fiskaprísurin er væl hægri nú, enn hann hevur verið leingi, sigur Janus.
Fartelefonin umborð ringir. Tað er ein annar bátur norðanífrá, sum spyr, hvussu gingið hevur henda túrin.
Brandur er nevniliga ikki einasti báturin úr Norðoyggjum, sum avreiðir í Vágum hesar dagarnar.
Fleiri aðrir bátar hagani halda somuleiðis til í Sørvági, meðan bíðað verður eftir at ættin fer at laga seg soleiðis, at teir kunnu rógva út norðanífrá.
Stutt at sigla
Nú teir løgdu at landi við havnalagið á Prestlandinum vóru teir júst afturkomnir av útróðrarleiðum í Vágahavinum.
Teir løgdu frá landi um seks-tíðina kvøldið fyri, og – góðar 15 tímar seinni – nú klokkan var farin av níggju, vóru teir aftur at landi.
Fyri teimum stóð – umframt tíðindatænastuna – ein lastbilur frá Fiskamarknaðinum, sum tók ímóti veiðuni henda dagin.
Janus slær tó fast, at hetta við útróðri vestanfyri ikki hevur verið so vanligt hjá teimum. Takkað verið teimum góðum umstøðunum at sleppa fram og aftur millum heim- og avreiðingarstað, er hetta ein einføld og góð loysn.
Teir vóru í Vágahavinum hesa hósnáttina og vóru eisini á somu leið dagin fyri. Talan er um eina leið, sum liggur einar sjey fjórðingar úr landi – við Botnaskiftið, sum útróðrarmenn kalla tað.
Toldi ov lítið av
Henda hósmorgunin var væl av fiski á dekkinum.
- Eg meti, at vit hava fingið eini 5000 pund í nátt, sigur Janus.
Dagurin frammanundan royndist nakað væl betri, tí tá høvdu teir 10.500 pund. Men tað hevur eisini sína orsøk:
- Tað er sjálvandi altíð ójavnt, tá ein tosar um útróður.
- Men kanska toldi tað ov lítið av, tá vit soleiðis fóru aftur á sama staðið, sigur Janus, við greiðari ábending um, at góða veiðan tann fyrra dagin mundi taka ein stóran part av fiskinum á hesi leiðini.
Styttri at sigla
So skjótt teir komu at landi var øll veiðan hivað yvir í lastbilin, sum løtu seinni fór til Sørvágs við henni.
Teir tríggir umborð fóru síðani við bátinum yvir um land, har teir løgdu seg fyri dagin. Ætlanin var at fara avstað aftur um kvøldið.
- Vit fara inn her á Miðvág, tí higani er stutt í Vágahavið, - bert ein tími ella so. Soleiðis spara vit nógva tíð í sigling, sigur Janus.