Aftur bardagar í Kairo

Aftur í dag eru bardagar millum mótmælisfólk og trygdardeildir í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo. Tíðindastovurnar skriva, at bardagar eru uttan fyri innanríkisráðið, og at trygdardeildirnar hava brúkt táragass ímóti mótmælisfólkinum, sum hava svarað aftur við brandbumbum.

Mótmælisfólkini eru misnøgd við, at tað gongur so seint við at fáa fyrrverandi forsetan Hosni Mubarak og onnur úr fyrrverandi stýrinum í rættin. Fyrrverandi forsetin er millum annað ákærdur fyri at hava havt samábyrgd av, at 850 fólk doyðu undir ófriðinum í februar. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa deyðarevsing.

Myndugleikarnir hava fyrr boðað frá, at Mubarak og synirnir Alaa og Gamal koma fyri rættin tíðliga í august. Myndugleikarnir vilja vera við, at mótmælini í Kairo nú hava til endamáls at gera viðurskiftini í landinum ótrygg.