Mikumorgunin klokkan 5.49 vóru aftur boð eftir bjargingartyrluni. Hesa ferðina var tað ein russiskur fabrikstrolari, Kharovsk, sum var staddur í ein landnyrðing úr Føroyum, sum hevði tørv á hjálp.
Ein 48 ára gamal maður umborð á hesum fabrikstrolara hevði fingið ein hjartatilburð.
Bjargingartyrlan Bell 412 fór úr Klaksvík klokkan 7.58 og var hjá russiska skipinum klokkan 9.28, 167 fjórðingar frá Klaksvíkini.
Veðrið var gott á leiðini og sýnið var gott. Leiðin gekk síðani aftur til Klaksvíkar, har tyrlan lendi klokkan 11.15, men har varð staðfest av lækna, at maðurin var deyður.