Aftur dansur í Sjónleikarhúsinum

Leygarkvøldið verður satt afturhvarv í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er Sjónleikarhúsið, sum skipar fyri – og tað verður sum í gomlum døgum, tá dansur var í Sjónleikarhúsinum mikukvøld og sunnukvøld.

Leygarkvøldið verður satt afturhvarv í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er Sjónleikarhúsið, sum skipar fyri – og tað verður sum í gomlum døgum, tá dansur var í Sjónleikarhúsinum mikukvøld og sunnukvøld.

 

Tað verða Tey av Kamarinum, sum fara á pall - og talan er um manningina, sum var í bólkinum seinast í sjeytiárunum og upp gjøgnum áttatiárini.

 

Tey av Kamarinum er ein av teimum heilt gomlu bólkunum í Havnini. Bólkurin hevur røtur heilt aftur í fimmtiárini.

 

Dansurin í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið byrjar klokkan 23 og endar klokkan 03 sunnunáttina.

 

Manningin hetta kvøldið verður umframt tey bæði Nicolinu og Eyðubjørn av Kamarinum: Hans Christian Clementsen

Djóni Andreasen

Birgar Johannesen

Árni Andreasen

 

Hetta er manningin, sum eitt nú spældi í Kvøldlot-tíðini í áttatiárunum, og hetta er tann manningin, sum var við til at geva út LP plátuna í 1984. Tey spældu saman í eini 10 ár, og vóru nógv umbiðin og spældu til dans kring alt landið.

 

– Vit fara at spæla alt tað hjá Nicolinu, sjálvandi, og so eisini Shadows-sjangruna, og so fer Árni Andreasen eisini at syngja nakrar av sínum, sigur Birgar Johannesen, sum sjálvur spælir bass.