Ein maður, sum bleiv dømdur fyri 25 árum síðani, varð í nátt avrættaður í einum fongsli í Texas. Tann 45 ára gamli Joseph Nichols varð dømdur til deyða fyri at hava skotið ein mann í sambandi við eitt rán í býnum Houston í 1980. Vinmaður hansara, Willie Williams, bleiv tikin av døgum í 1995, eftir at hann hevði viðgingið morðið.
Joseph Nichols er tann áttandi fangin, sum er avrættaður við Texas higartil í ár, og eftir ætlanini hjá fongsulsverkinum skulu tólv fangar avrættast afturat í ár.