Max Bank, sum hevur høvuðssæti í Næstved, er so illa staddur, at fær hann ikki nýggjan kapital innan klokkan fimm í dag, má hann gevast. Fíggjareftirlitið og Fíoggjarligt Støðufesti royna í dag at fáa aðrar bankar at yvirtaka tey tryggu viðskiftafólkini, og teir vánaligastu enda so í Fíggjarligum Støðufesti.
Karsten Engmann, sum er fíggjargreinari hjá danska kringvarpinum, sigur, at Max Bank hevur havt ein rímiligan varnar rakstur, men at tey stóru útlánini hava gjørt av við bankan. Bankin hevur heilt einfalt verið ov íðin eftir at lat einstaklingum og fyritøkum lán.
Max Bank hevði fyrra hálvár í ár góðar 60 milliónir krónur í halli eftir skatt. Í sama tíðarskeiði í fjør var hallið knappar seks milliónir krónur.
Max Bank hevur 23.000 partaeigarar. Í dag eru teirra partabrøv bara verd ein fjórðing av tí, sum tey vóru verd fyri einum ári siðani, skrivar DR.