Avdúkingin kemur stak illa við, tí herfyri avdúkaðu Altjóða Gjaldoyragrunnurin og bretska blaðið Financial Times, at angolski forsetin hevur stungið ein fittan part av landsins oljuinntøkum í egnan lumma.
Altjóða fjølmiðlar og onnur vilja vera við, at Norsk Hydro hevur goldið angolsku myndugleikunum 750 milliónir krónur fyri rættindi at leita eftir olju har. Tað er í sær sjálvum ikki nakar trupulleiki, men trupulleikin er, at norska felagið hevur hildið gjaldið loyniligt eftir boðum frá angolska stýrinum. Statoil, sum eisini er virkið í Angola, hevur eisini rindað angoslku myndugleikunum pengar fyri rættindi, men hevur almannakunngjørt gjaldið. Sambært Financial Times hevur Norsk Hydro eisini stovnað fleiri feløg í Angola, og hóast pengarnir eru fluttir feløgunum og síðani myndugleikunum, sæst tað ongastaðni í roknskapinum.
Kunningarstjórin hjá Norsk Hydro, Tor Stenum, váttar fyri Aftenposten, at tølini eru loynilig, men hann vísir á, at pengarnir eru goldnir teimum almennu myndugleikunum. Men sambært Altjóða Gjaldoyragrunninum er lítil uggi í tí, tí sambært grunninum endar ein fitur partur av pengunum í lummanum hjá forsetanum.