Aftur í nátt hevur løgreglan tikið ein bilførara við kenning.
Tað var í Fuglafirði, at ein løgreglan valdi at steðga einum bili. Eftir at bilførarin hevði blást í ballónina, gekk leiðin á Klaksvíkar Sjúkrahús. Ballónin vísti nemliga ein ov høga promillu, og tí var avgjørt at ein blóðroynd mátti takast av manninum.
Í slíkum førum verður bilurin parkeraður soleiðis, at hann ikki er til ampa, og so má onkur annar, edrúur, fara eftir bilinum.
Mest loyvda promilla í Føroyum er 0,2. Tað merkir, at tú ikki kanst koyra, beint eftir at tú hevur drukkið eina øl ella eitt glas av víni.