Aftur ein tikin við kenning í nátt

Hjá løgregluni eru tey fegin um, at fólk ringja og boða frá, tá ið tey hava illgruna um, at onkur koyrir við kenning

Aftur í nátt varð ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning. Hesin varð tikin í Eysturoy seint í nátt..

Hann varð steðgaður í vanliga eftirlitinum hjá løgregluni og tá ið løgreglan bað hann blása í ballónina, var útslagið so mikið stórt, at bilførarin varð førdur til lækna at taka blóðroynd.

 

Annars fekk løgreglan eina fráboðan um ein bilførara í Havn, sum hevði so undarligt koyringarlag, at tann, sum ringdi, hevði illgruna um, at hann hevði kenning. Løgreglan fór at leita, men tey funnu ikki bilføraran, so hann slapp.

 

Hjá Løgregluni siga tey, at tað kemur meiri enn so fyri, at fólk ringja og boða frá, at bilførarar koyra við kenning - ella at tey hava illgruna um tað.

 

Tað eru vit fegin um, tí vit halda ikki, at rúsdrekkakoyring eigur at verða góðtikin, sigur løgreglan. Tey siga, at tá ið tey fáa slíkar fráboðanir, kanna tey altíð málið og viðhvørt er hald í fráboðanini, viðhvørt ikki.

 

Fyri stuttum fekk løgreglan fráboðan um ein bilførara, sum var undir illgruna fyri at koyra við kenning, tí hann koyrdi so óstøðugt.

 

Tá ið hann varð steðgaður, var bilførarin edrúur. Men fráboðarin hevði kortini grein í sínum máli, tí eitt tekniskt brek við bilinum gjørdi, at tað var ringt at stýra beint, og tí koyrdi hann óstøðugt.

 

So ístaðin fyrin fyri at vera tikin fyri rúsdrekkakoyring, fekk bilførarin bót fyri at koyra óforsvarliga, tí bilurin var ikki skikkaður at vera á vegnum.

 

Seinastu nátt vórðu eisini tveir bilførarar tiknir fyri at koyra við kenning, og tað var eisini í Eysturoy.