Aftur eldur í Bergen

Fyri aðru ferð í hesi vikuni er eldur komin í søguligar bygningar í Bergen Stutt fyri klokkan fýra seinnapartin kom eldur í eini søgulig hús í Sandviken í Bergen. Tað eydnaðist sløkkiliðnum at fáa tamarhald á eldinum rættiliga skjótt, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu stórur skaðin er, sigur NTB.

Hetta er annar eldsbrunin av hesum slagnum í Bergen. Sunnunáttina kom eldur í nøkur av teimum søguligu húsunum í býnum, og tann eldurin gjørdi stóran skaða.

Sambært norsku fjølmiðlunum er ein ávísur illgruni um, at eldurin í dag varð ásettur. Í hvussu er hevur løgreglan fingið at vita, at onkur varð sæddur á staðnum, beint áðrenn eldurin kyknaði.