Samfelagið Føroyar valdi fyri rúmari tíð síðan, at basera alla vælferð uppá skatt av lønarinntøkum. Ein skipan, sum vit hava arvað frá teim undanfarnu, og sum í teirri tíðini kundi brúkast, til at byggja vælferðarsamfelagið upp við.
Nú eru vit komin so mikið langt, at vit vænta øll at samfelagið tekur um endan, um vit gerast sjúk, um ikki brúk er fyri okkum á arbeiðsplássinum longur, ella vit gerast ov gomul til at vinna okkara egna livibreyð.
Politiska skipanin hevur skapt eina eftirlitisskipan, sum skal tryggja at ongin snýtir nakran, at ongin skal sleppa at lata eina vøru út til brúkaran, uttan eftirlit í høvd og reyv, at ongin skal verða betri fyri enn ein annar. Alt byggir uppá reinan javnaðarpolitikk, har øll skulu verða líka fyri, og ongin skal fáa nakran fyrimun framum onnur.
Tað er henda skipan vit í dag síggja kollsigla. Eftirlitið kostar so nógv, at skipanin ið javnaðarflokkurin hevur verið garantur fyri, ikki longur hevur ráð at fíggja kostnaðin, ið stendst av sama eftirliti. Alt skal í dag fíggjast yvir skattin, so at tey sum gera ein minni innsats, kunnu njóta somu ágóðar sum tey, ið veruliga er grundstuðlarnir undir samfelagnum, og bera okkum øllum uppi.
Alt sum eitur landspolitikkur, byggir í dag uppá eina parodi, har øll taka upp eftir øðrum, at vit mugu lesa okkum úr kreppuni ið er íkomin. Sannleikin er, at øll í tí politiska rúminum krympa tærnar fyri, hvar sparingarnar raka næstu ferð landsfíggjarætlan skal leggjast, og bara av einari grund: tí at skatturin av lønarinntøkunum ikki strekkir til.
Undrunnarvert er at politikarar hava mist orienteringina, og vita ikki hvør rættningur ber framá. Meiri undrunnarvert er, at polittikarar sýnast eisini hava gloymt, úr hvørjum rættningi vit eru komin. Tað tykist eins og ongin politikari torir at viðurkenna, at fiskivinna og partvís alivinna t.v.s tilfeingið, er tað sum hevur borið okkum uppi, sum ber okkum nú, og sum kemur at bera okkum fleiri ár fram í tíðina.
Tí er tað altavgerðandi, at landspolittikarar taka annað skinn um bak, og gevst við at billa fólki inn, at vit í Føroyum kunnu liva av at klippa hvør øðrum. Fleiri vinnur eru við at fara fyri bakka, millum aðrar búnaðarvinna, ferðavinna, fiskivinna, tí at tit sum taka tær politisku avgerðirnar her á landi, ikki hava dirvi at skapa karmar til hesar vinnur at arbeiða undir.
Antin mugu tit finna útav at repa umsitingarligu seglini á skútuni Føroyar, ella mugu tit finna onnur veiðumið, tí skatturin av lønarinntøkunum eina, kemur ikki at bera allar byrðarnar framyvir.