Hondbóltur
Eftir at hava tikið sær av løttum um vikuskiftið - landsliðsvenjingin varð jú av ongum ? leggja leikararnir í bestu mansdeildini aftur til brots í kvøld.
Hvar flýtur Tjaldur
Ein spurningur, sum hevur verið nógv umrøddur seinastu tíðina, er, hvar Tjaldur í veruleikanum flýtur.
Síðani nýggju leikararnir, og har við eisini venjarin, komu til landið, hevur liðið rættiliga sett ferð á stigasavnanina. Møguliga eru útlit fyri fleiri stigum, tá Neistin kemur á vitjan, tí higartil hevur als ikki gingið eftir vild hjá føroyameistarunum. Móti VÍF fyri viku síðani vóru tó glottar at hóma í avrikinum, so alt talar fyri einum spennandi dysti, har vinnarin kann sleppa upp á fjórða plássið.
Hetta hevur H71 í løtuni, men eftir øllum at døma verða teir við undirlutan, tá teir mikukvøldið skulu royna seg í grannauppgerð móti Kyndli.
Kyndilsliðið hevur av álvara sett ferð á seinastu dystirnar, og halda teir fremhaldandi sama støði, er lítið at ivast í, at tvey stig afturat bíða.
Seinasti dysturin verður í Vestmanna, har KÍF tekur ímóti StÍF. Strandingar hava tapt teir báðar seinastu dystirnar, men skulu teir halda fast um annað plássið, sum teir í løtuni hava, er einki at ivast í, at tvey stig skulu fáast til vegar her.
Kollfirðingar hava hinvegin fleiri ferðir bitið frá sær í vetur, og hóast stigini enn eru nakað fá í tali, so hevur tað fleiri ferðir verið heilt nær við. Millum annað á Skála, har StÍF sigurin bert var upp á eittans mál, so vissir í at vinna skulu strandingar á ongan hátt vera.