Aftur ferðsluóhapp í Øravík

Millum ár og dag, hava sera nógv ferðsluóhapp og ferðsluvanlukkur verið í Øravík. Aftur hetta vikuskiftið hevur eitt ferðsluóhapp verið í bygdini Mánanáttini sótu fimm fólk í einum bili, ið varð knústur sundur í Øravík. Fyrst rakar hann bilverjuna á høgru síða, fyri síðani at fara sendandi í hina síðuna, har bilurin rakti ein grótvegg. Bilurin endaði at enda á takinum. Ein fór úr bilinum at ringja eftir hjálp, og øll fólkini vóru send á sjúkrahúsið til kanningar. Helst var orsøkin til ferðsluóhappið bara hálkan. Hetta var bert eitt av umleið tíggju ferðsluóhappum í hálkuni um vikuskiftið.