ONGLAND
Leygardagin var hýrurin góður í Coventry, eftir at teir á heimavølli høvdu vunnið 1-0 á Luton. Mikukvøldið royndu teir seg aftur á heimavølli. Hesa ferð vitjaði Stoke, og takið hjá Coventry var fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum at vinna tveir dystir á rað.
Tað eydnaðist ikki, hóast tað eftir fyrra umfarið sá gott út. Coventry legði bragdliga fyri, teir høvdu leikliga yvirvág, og teir løgdu seg á odda. Eftir steðgin fingu teir skjótt mál ímóti sær, og so vísti tað seg, at sjálvsálitið ikki er nakað serligt hjá botnliðnum. Stoke fekk takið, og teir skoraðu sigursmálið.
Claus Bech Jørgensen var ikki á Coventry liðnum mikukvøldið. Venjarin hevði gjørt fleiri broytingar. Sunnudagin skal Coventry spæla í Cardiff.